Starvsseting
Nú er eisini leiðari settur fyri tað nýstovnaðu sosialu deild á Tvøroyri.
Tað er Susanne Madsen er sett í nýgja leiðarastarvið.
Ætlanin er, at hon skal verða leiðari á Sosialu Deild á Tvøroyri hálva tíð, men hon hálva tíð skal hon eisini verða leiðari fyri nýggju barnaverndarumsitingini hjá kommununum í Suðuroynni.
Men hesar fyrstu mánaðirnar verður tað tó barnaverndarumsitingin, sum verður høvuðsuppgáva hennara.
Susanne Madsen er dani, hon er 30 ára gomul og cand mag í samfelagsfrøði/fyrisiting og søgu. Hon hevur áður undirvíst á miðnámsskúlanum í Suðuroy og á donskum miðnámsskúla. Hon hevur eisini arbeitt á almannastovu í Danmark og á Granskingardeplinum fyri økismenning. Í løtuni er hon lærari á studentaskúla í Danmark.
Tað gekk ikki so lætt at seta starvið, tí tá ið lýst varð í fyrsta umfari, var bara ein skikkaður umsøkjari. Tí varð gjørt av at søkja av nýggjum og tá bar betur til við tað, at tá søktu átta fólk.
Jens Johannesen, formaður í sosialu nevnd hjá Tvøroyrar Býráð, sigur, at í næstum verður lýst eftir einum starvsfólki aftrat.
Kommunurnar í Suðuroynni hava skipað eina felags barnavenrd og tær eru eisini samdar um at arbeiða fyri at stovna eina felags sosiala deild fyri alla Suðuroy.