Rørsla
At ganga við skíðstavum er tað heilt stóra mótaherðindi í løtuni. Og nu taka tey eisini táttin upp á Tvøroyri
Hóskvøldið skipar Kunningarstovan á Tvøroyri fyri gonguferð, sum serliga er ætlað teimum, sum ganga við skíðstavum. Men Kunningarstovan leggur dent á, at fólk er meiri enn vælkomin við, hóast tey ikki hava skíðstavar.
Gonguferðin byrjar hóskvøldið klokkan 18 undir garðinum við sjúkrahúsið og ætlanin er at ganga inn til viðarlundina.
Tey, sum ganga við stavum siga, at tað er nakað heilt serligt, tí tað fæst nógv meiri rørsla burturúr at ganga við stavnum enn við vanligari gongu. Tað er tí, at við stavum eru tað ikki bara beinini, sum verða brúkt, men eisini armarnir og allir yvirrkoppurin og tað gevur nógv meiri motión.
Einir bíligir skíðstavir fáast fyri einar 100 krónur, men teir fáast eisini dýrari- og betri- fyri einar 500-600 krónur.