Á veljarafundum í Suðuroy kom fram, at ikki færri enn tvey uppisjóvarvirki eru í umbúna í oynni, eitt í Vági og eitt á Tvøroyri.
P/F Delta Seafood hevur keypt fiskavirkið, sum Faroe Seafood átti á Tvøroyri og Marner Lisberg, stjóri í felagnum, váttar, at teir umhugsa møguleikan við innfrysting av makreli.
Hann heldur, at tað avgjørt er ein møguleiki at gera fiskavirkið á Tvøroyri til eitt uppisjóvarvirki.
Í makrelvertíðini í heyst keypti TG Seafood í Hvalba nakrar lastir av makreli, sum varð fryst í Hvalba.
Marner Lisberg sigur, at skal eitt uppisjóvarvirki gerast veruleiki, er neyðugt, at skil kemur á markrelveiðina.
- Tað má skipast so fyri, at hvørt skip fær sína kvotu, so til ber at fáa sum mest burtu úr makrelinum, sigur Marner Lisberg, nevndarformaður í P/F Delta Seafood.