Afturtrá
Øll tey eldru í Suðuroy, sum vilja minnast gamlar dagar og øll tey yngru, sum vilja vita, hvussu tað var at fara í býin í gomlum døgum, kunnu gleða seg til vikuskiftið.
Leygarkvøldið verður nevniliga stórt tiltak í ítróttarhøllini í Trongisvági, har litið verður afur um bak, heilt aftur í sekstiárini.
Tá fara fleiri av teimum gomlu orkestrunum, sum spældi til dans á Tvøroyri í sekstiárunum og kanska eitt sindur inn í sjeytiárini, á pallin í ítróttarhøllini.
Tá á døgum vóru nógv orkestur á Tvøroyri og trý av teimum fara at spæla leygarkvøldið.
Ætlanin er at byrja klokkan 11 leygarkvøldið - og ætlanin er at byrja stundisliga.
Tey gomlu orkestrini, sum fara at spæla, eru Virvar, Beat Shots og Assorted Creams. Harafturat verður Maibritt úr Hørg eisini við.
Tey fara at spæla einar seks til 10 sangir í part og tónleikurin verður tað, sum var at hoyra tá á døgum, Elvis Presley, Shadows, Sven Ingvars, Creadens Clearwater Revival o.s.fr.
Annars fara Trio at spæla til dans.
Eyðvitað hava allir hesir bólkarnir havt skiftandi manning, ta tíðina, teir spældu, og onkrir ídnir tónleikarar frá hesi tíðini eru farnir undir grønu torvu, eitt nú spældu Arthur Djurhuus og Símun Nielsen við Virvar og Rudolf Niclasen spældi við Stjørnuni og Beat Shots.
Men teir, sum spæla við, eru allir tónleikarar frá teirri tíðini.
Beat Shots er mannaður við Albert Johannesen, Paula Einarsson, Finn Thomsen og Errolf Thomsen. Í Virvar spæla Kári Niclasen, Vilhelm Meyer, Jens Johannesen og Finn Thomsen. Í Assorted Cream eru tað Kristian Petersen, Anton Øster, Jens Johannesen og Finn Thomsen.
Hesa seinastu tíðina hava bólkarnir vant eitt sindur, so teir eru ikki ófyrireikaðir, teir fara á pallin.
Tað er Gamlaársnevndin, sum skipar fyri tiltakinum. Atgongumerkið kostar 100 krónur.










