Nevndin í FC Suðuroy hevur gjørt avtalu við slovenska verjuleikaran, Saa Kolman, um at gerast venjari hjá besta mansliðnum, tað, sum eftir er av hesum kappingarárinum.
Tað sigur FC Suðuroy á heimasíðu síni
Saa hevur tikið venjaraútbúgving í heimlandi sínum. Hann kom til Føroya síðst í januar 2012 fyri at spæla við FC Suðuroy í Effodeildini.
Pól F. Joensen fór úr venjarastarvinum fyri einari viku síðan, og síðan tá hava Tórður W. Holm, Bogi Mortensen og Egill Steintórsson tikið sær av besta mansliðnum.
Men frá í dag verður Saa Kolman høvuðsvenjari og Tórður Wiberg Holm heldur fram sum hjálparvenjari.
Saa Kolman heldur fram við at spæla fótbólt við besta liðnum og verður sostatt leikandi venjari.
Myndina hevur Eileen Sandá tikið.