Suðuroyingar fáa tryggari samband

Føroya Tele fer nú undir ymsar útbyggingar í Suðuroy, sum gevur suðuroyingum betri møguleikar og tryggari samband

Telesamskifti

Suðuroy: Føroya Tele fer nú undir ymsar útbyggingar í Suðuroynni fyri at útvega suðuroyingum betri og tryggari telesamskifti.
Í hesum sambandi verður ljósleiðara kaðal lagdur frá Tvøroyri til Hvalba í hesum árinum.
Hetta er ein partur av eini størri verkætlan, sum byrjaði fyri trimum árum síðani, tá ið Føroya Tele fór undir at leggja ljósleiðara kaðalar í millum flest allar bygdinar í Suðuroynni úr Sumba til Tvøroyri og nú stendur so Hvalba fyri tørni.
Fróði Mortensen, sum er økisleiðari hjá Føroya Tele í Suðuroy, sigur, at í løtuni er tráðleyst samband av Tvøroyri til tær báðar norðastu bygdirnar í Suðuroy, men við ljósleiðarakaðalaninum er sambandi nógv tryggari.
Ljóskaðalin er samstundis fortreytin fyri at fáa breiðband til alnetið, sum er nógvar ferðir skjótari enn tað vanliga sambandi og ISDN.
Men hann leggur tó afturat, at enn er kortini ongin avgerð tikin um breiðband til Hvalbiar og Sandvíkar.
Fyri at tað skal lata seg gera, skal eisini onnur útgerð setast upp.
Úr Hvalba liggur koparkaðal til Sandvíkar og so leingi frástøðan ikki av eini støð fer upp um fýra, fimm kilometrar, ber til at veita breiðband ígjøgnum koparkaðal.
Men yvirhøvur er nógv betri møguleikar við einum ljóskaðali. Eitt nú ber tað til at at senda sjónvarp ígjøgnum ein slíkan kaðal, skuldi tað blivið aktuelt einaferð.
? Hetta verður gjørt fyri at nútímansgera og tryggja telesamskiftið í Suðuroynni, soleiðis at suðuroyingar eisini kunna fáa ágóðan av framtíðar fjarskiftismøguleikum, sigur Fróði Mortensen.
Eisini hevur Føroya Tele avgjørt at skifta radioútgerðina út, sum alt telesamskifti ímillum Suðuroynna og restina av landinum gongur eftir.
Hetta verður eisini verður gjørt fyri at útvega suðuroyingum tryggari samband.
Í løtuni er alt telesamskifti ímillum Suðuroynna og meginøkið tráðleyst. Nú er ætlanin at hava tráðleyst samband ímillum Húsareyn og Skopun, ljóskaðal úr Skopun til Sands og so tráðleyst av Sandi til Suðuroyar, helst á Nakk omanfyri Froðba, og so í ljóskaðal av Nakki, víðari til bygdirnar í Suðuroy, sum hava ljóskaðal, síðani niðan á Spáafelli omanfyri Sumba, og haðani verður aftur tráðleyst samband norður á Húsareyn.
? Tað merkir, at sambandið gongur í ring og svíkur annað sambandið, er hitt sambandið eftir.
Annars hevur brek eisini verið á telefonsambandinum til Hvalbiar og Sandvíkar tær báðar seinastu vikurnar. Ein avleiðing av hesum hevur verið, at telefonfelagir hava verið í vanda fyri at vera avbrotnir mitt í eini samrøðu.
Føroya Tele heldur, at brekið tók seg upp eftir toran hevur sligið niður í útgerðina, sum samskiftir við Hvalba og Sandvík.
Men nú hevur Føroya Tele skift eina ein part av útgerðini út, so nú skuldi trupuleikin verið loystur.
tøknini, sum mennist støðugt.