Suðuroyingar fáa farstøð

Landsstýrið ætlar at gera farstøð á nýggju samferðsluavnini í Trongisvági

Farstøð

Suðuroy: Tað er nú greitt, at landsstýrið ætlar at gera farstøð á nýggju samferðsluhavnini í Trongisvági.
Nú nýggjur Smyril er í gerð, hevur landið gjørt nýggja samferðsluhavn í Trongisvági.
Men í tí sambandi, hevur stór misnøgd verið um, at ongin farstøð verður gjørd á havnarlagnum.
Vanliga hugsanin er, at tað er ikki at bjóða fólki at gera nýggja samferðsluhavn, uttan at gera farstøð samstundis. Ístaðin skulu fólk sleppast upp á fjall á samferðsluhavnini og noyðast at ganga úti í øllum veðri.
Men á fíggjarlógini næsta ár hevur landsstýrið sett tríggjar milliónir av til nýggja farstøð í Suðuroy.
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, sigur, at í sambandi við arbeiðið at fyrireika Hovstunnil, leyp nakað av peningi av.
Hann fer nú at søkja Løgtingið um loyvi til at brúka tað avlopið til farstøð á nýggju samferðsluhavini.
Men tað er ikki nóg mikið og tí biðjur hann eisini um tríggjar milliónir afturat á fíggjarlógini fyri næsta ár til farstøðina.
Men umsóknin á fíggjarlógini næsta ár er sostatt treytað av, at løgtingið gevur honum heimild til at flyta avlopið frá Hovstunlinum í ár, til farstøðina.