Suðuroyingar á evangeliska fundarøð

Hesa vikuna er ein evangelisk fundarøð í Suðuroynni. Byrjað varð sunnukvøldið í Salem á Tvøroyri og fríggjakvøldið verður farið til Hvalbiar, har fundirnir verða í Roynhøllini frá fríggjakvøldi til sunnukvøld.

Allir fundirnir verða kl. 20, uttan sunnukvøldini, tá tey verða kl. 18. Svenning av Lofti, evangelistur (myndin), verður høvuðstalari á hesum fundum, og heldur hann fundirnar saman við Páll á Lakjuni og Sveini Petersen, sum fara at taka sær av fundar- og sangleiðslu.

Ymiskar sangkreftir verða við á fundunum, m.a. Suðuroyarkórið og ymiskir solosangarar. Barnamøtir verða eisini, meðan fundarøðin er. Tey verða í Roynhøllini í Hvalba fríggjadagin og leygardagin kl. 17 og sunnudagin kl. 15. Eisini verður eitt skeið leygardagin í Salem á Tvøroyri. Tá fer Páll á Lakjuni at hava fýra fyrilestrar um fýra gudsmenn í Gamla Testamenti. Skeiðið verður frá kl. 13.30 til kl. 17.

Ætlanin er at hava seks slíkar fundarøðir kring landið í vár. Næst verður farið vestur í Vágar frá 6. til 10. februar, síðani Tórshavn 17. til 24. februar, Sandoyggin 2. til 9. mars, Eysturoyggin 30. mars til 6. apríl og Norðoyggjar 13. og síðani 16. til 20. apríl.