Tað er toppur ímóti botni, tá ið VB/Sumba seinnapartin vitjar B36 í Gundadali. VB/Sumba er botnlið. Samansetta suðuroyarliðið hevur ikki fingið stig, síðani teir í fyrsta umfari á heimavølli vunnu 1-0 á AB. Í triðja umfari høvdu teir vitjan av B36, sum fór norður aftur við 4-0 sigri.
B36 er næstfremst, og B36 hevur ikki tapt, síðani teir í 2. umfari løgdu rygg til 3-0 eyðmýking í Runavík.
B36 hevur nógv fólk, og allir spælararnir eru tøkir. Allan Mørkøre flytir til AB, tá ið flytingarvindeygað verður opið. Í gjár spældi hann við næstbesta liðnum hjá B36.
Í Vági eru teir betri fyri, hvat manning viðvíkur, enn teir vóru síðsta sunnudag. Tá vóru Birgir Jørgensen, Martin Tausen og Birni Kjærbæk leikbannaðir. Teir eru allir tøkir aftur. Dan Djurhuus verður ikki við í dag, tí hann er skaddur.
VB/Sumba vann hósdagin á heimavølli steypadyst ímóti TB 3-1. B36 hevur havt alla vikuna at fyrireika seg til heimadystin í dag.