Við hesum stiginum sæst týðuliga, at hetta er ein økismenningarsamgonga, og við at seta eina nevnd at kanna økismenning og koma við góðum tilmælum, skuldi borið til at flutt fleiri almennar stovnar úr Havnini og líka niðan til Hoyvíkar.
Eg mótmæli, at so skal vera. Oljumálastýrið átti eftir mínum tykki at ligið her í Suðuroynni og ætli eg, saman við øðrum, at berjast fyri, at tað kemur suður her, ið tað natúrliga hoyrir heima.
Tað er løgið, at onki hoyrist frá kommununum og frá Oljuvinnuráðnum í oynni, tað sær út sum um tey hava góðtikið, at alt skal vera í miðstaðarøkinum, ella er tað so galið, at tey tiga, tí at tað er teirra samgonga, sum førir an í oljumálinum.
Fyri mær og fleiri sær tað út, sum um stungið er út í kortið hjá samgonguni. Her verður onki í oyggj okra, sum kemur at hava nakað við oljuna at gera, sjálvt um øll oljan verður funnin á tí øki, sum natúrliga hoyrir oyggj okra til.
Okur hava ein møguleika, og hann er at loysa frá restini av Føroyum. Tá fáa okur ræðið á tí ríkidømi, sum okur eiga og altíð hava átt, og kundi henda oyggj blivið millum tær ríkastu í heiminum við okra ríku olju- og fiskigrunnum.
Í mínum hugaheimi er bert tann eina loysnin, og tað er loysingin frá hinum oyggjunum, har krevst ongin skiftistíð.
Svenning Borg, Vágur










