Suðuroyggin hevur ein glæsiligan møguleika

- Um suðuroyingar samstarva, hevur oyggin ein glæsiligan møguleika, men uttan samstarv verður neyvan borið boð í bý, segði landsstýrismaðurin, Jógvan við Keldu á Krambatanga, tá ið hann heilsaði nýggja Smyrli vælkomnum

Suðuroyggin

Jógvan við Keldu var við til móttøkuna, tá ið nýggi Smyril legði til bryggju á Tvøroyri. Landsstýrismaðurin slapp um Leirvíksfjørð við Brandal, koyrdi vestur í Vágar og haðani við tyrlu til Suðuroyar. Heimferðinvar á sama hátt  við tyrlu, bili og báti um Leirvíksfjørð.
Í røðu síni á Krambatanga vísti Jógvan við Keldu á, at tað júst var hiðani av Tvøroyri, at fyrsta átakið varð framt við at skipa innanoyggjasigling.
- Hetta kom eftir, at ein tingnevnd í áravís hevði sitið við málinum  uttan, at nakað var komið burtur úr. Bráddliga kemur Mortensens handil upp í leikin, og uttan nakað uttanumtos byggja teir fyrsta Smirilin, sum varð brúktur til bæði danmarkarsigling og skotlandssigling  og eisini í ávísum førum til verju av føroyskum sjóøki.
Jógvan seðgi, at møguleikarnir eru ovurhonds nógvir við hesum nýggja og stásiliga fari, men legði dent á, at aðalendamálið er sambandið um Suðuroyarfjørð.
- Fyri 100 árum síðani gekk Suðuroyggin greitt á odda í mong ár og var ein glæsilig fyrimynd fyri hinar partarnar av Føroyum.
Hann segði, at í 1930-árunum liðu Føroyar  eins og allur heimurin - búskaparligt skipbrot, og hetta gjørdi eisini vart við seg í Suðuroynni.
- Eftir krígslok og heimastýrislógina, rendu Føroyar seg í eina sentraliseringartrongd av almennum fyritakssemi, sum allur útjaðarin síðani hevur kent sviðan av - og einamest Suðuroyggin.
Jógvan við Keldu vísti á, at suðuroyingar vóru væl fyri útbúgvingarliga. Teir fóru í útlond at lesa, men av tí, at almenni sektorurin var sentraliseraður, komu hesi ikki aftur til Suðuroyar.
- Í dag standa tit suðuoyingar fyri eini risa avbjóðing, sum ikki verður greidd uttan eitt dygt samstarv millum kommunur, vinnulív og fakfeløg.
Hann segði, at við sínum royndum sum borgarstjóri í eini útjaðarakommunu í 16 ár, kundi hann siga, at roknast skal ikki við teirri stóru hjálpini uttanífrá.
- Men um suðuroyingar samstarva, hevur oyggin ein glæsiligan møguleika. Uttan samstarv, verður neyvan borið boð í bý, segði landsstýrismaðurin.