Jenis av Rana
Skalt tú6 til ella úr Suðri á páskum, so hevur tú ikki nógvar møguleikar í at velja. Til Suðriar sleppur tú hóskvøld kl. 19.00, men velur tú at bíða til páskaaftan, já so mást tú bíða í samfullar 49- fýratiníggju - tímar- til leygarkvøldið kl. 20.00, og tá verður tú í oynni út móti miðju nátt!! Og skalt tú av oynni, er bíðitíðin 1 tíma styttri, t. e. 48 tímar, og tá skalt tú upp við daggry páskaaftansmorgun.
Man nakað fólkaslag verða so tolið og lata sær so mikið lynda sum suðringar? Stillisliga lata tey seg á hendan hátt ?vanvirða?, og halda tó á at trúgva teim lyftum tey fáa.
Nýggjur Smyril (og nýggjar ferjulegur) verður lovað, ein Smyril, sum skal sigla so nógv skjótari, ja so skjótt, at hann kann sigla - var tað fýra ferðir um samdøgrið, onkur skrivaði? Hvat er tað annað enn at halda fólk fyri gjøldur, tá omanfyrinevnda dømið klárt vísir, at høvuðstrupulleikin er undirmeting, tí við verðandi Smyrli, sum saktans kann sigla fleiri ferðir, unnir man Suðringum bert eina ferð- sjálvt páskaaftan.
Men frá 1. mai er alt broytt, tá siglir Smyril tvær ferðir, eisini leygardag - og spyr man hví, so er svarið, jú, tá er summartíð og fleiri fólk ferðast. Men er støðan ikki júst hin sama á páskum- at fleiri enn vanligt ferðast. Og er tað ikki júst av hesari orsøk at ferðaætlanin er broytt triðja páskadag.
Eg havi annars loyvt mær at tosa við strandferðslustjóran um hetta, og loyvi mær somuleiðis at senda hetta brævið til hansara og ovasta leiðaran á økinum - Bjarna Djurholm, landsstýrismann, við vón um at hesin eyðsýndi trupulleikin verður loystur og ferðaætlanin verður dagførd.