Suðuroyggin besta loysnin

Tjóveldisflokkurin hevur svarað brævinum frá Suðuroyar Oljuvinnuráð. Flokkurin metir tað vera skilabest at savna eina komandi oljuvinnu í Suðuroynni

? Støðan í Suðuroynni er nú so vánalig, at skal hon framhaldandi vera ein livandi partur av Føroyum, má ein komandi oljuvinna verða savnað í Suðuroynni. Hetta er eisini skilabesta loysnin.

Formaður Tjóðveldisfloksins, Heini O. Heinesen, er ikki í iva um, at ein komandi oljuvinna eigur at verða savnað í Suðuroynni. Hann sigur, at Hergeir Nielsen hevur givið oljuvinnuráðnum svar uppá brævið, og er flokkurin samdur í, at ein komandi oljuvinna skal verða savnað í Suðuroynni.


Gagnligt fyri alt landið

Heini O. Heinesen sigur seg vera sannførdan um, at oljuvinnan kemur at vera gagnlig fyri virksemi kring alt landið, hóast hon verður savnað í Suðuroynni. Hann vísir á, at oljuvinnunan krevur stóra umsiting, og kann hendan umsiting liggja hvar tað skal vera í landinum, hóast oljuvinnan er savnað í Suðuroynni.

Eisini heldur Heini O. Heinesen tað vera skilagott fyri fiskivinnuna, at oljuvinnuhavnir verða lagdar kring landið. Tí verður oljuvinnan savnað í Suðuroynni, so eru møguleikar fyri at menna fiskivinnuna aðrastaðni í landinum, til dømis í Klaksvík, sum førandi fiskivinnustaðurin í Føroyum.

? Tað er eingin fyrimunur at føra oljuvinnu inn í øki av landinum, har nógv annað virksemi longu er frammanundan. Tá koma vinnurnar at stíða móti hvørjum øðrum, og eisini er vandi fyri, at trot verður á arbeiðsfólk.

Formaður Tjóðveldisfloksins heldur tað vera meira náttúrligt at savna oljuvinnuna har lítið virksemi er frammanundan, og tí heldur hann tað vera skilagott at savna hana í Suðuroynni.


Skilaleyst við oljuhavnum

Heini O. Heinsen heldur tað vera skilaleyst av kommunum kring landið at kappast um at gera íløgur í havnir, sum møguliga kunnu brúkast sum oljuvinnuhavnir. Hann vísir á, at sama fór fram í Noregi, men at enda var tað bert Stavanger, sum slapp upp í part. Soleiðis heldur hann eisini, at støðan fer at vera í Føroyum. Tað verður bert ein havn, ið verður oljuvinuhavn.

Men hetta merkir ikki, at allar aðrar havnir kring landið verða við sviðusoð. Heini O. Heinesen vísir á, at nógvar inntøkur verða at heinta hjá kommununum kring landið, hóast oljuvinnan verður savnað í Suðuroynni. Hann nevnir skipasmiðjur og aðrar tænastuvinnur, men vísir samstundis á, at hetta krevur kappingarføri.

? Eg haldi tað vera vandamikið, um øll nú fara at satsa upp á oljuvinnuna. Vit eiga eisini at satsa upp á fiksivinnuna, tí oljan kann verða uppi, og tá er neyðugt at hava aðra vinnu.

Heini O. Heinsen vísir at enda á, at Vinnunevndin á vitjan í Noregi í 1998 eisini varð samd um, at skilabest er at savnað eina komandi oljuvinnu á einum stað, eins og gjørt er í Stavanger.