Tey stóru fiskavirkini í Suðuroy lata ikki aftur í summar. Alt fleiri arbeiðspláss, teirra millum fiskavirkir, velja at lata aftur um summarið, so alt starvsfólkið kann halda summarfrí ísenn.
Men tey stóru fiskavirkini í Suðuroy lata ikki aftur í summar. Suðuroyarportalurin skrivar, at Delta Seafood og Faroe Seafood á Tvøroyri, TG-Seafood í Hvalba og Faroe Seafood í Vági eru opin alt summarið.
At virkini eru opin um summarið kemur nógvum ungum og fleiri undirveitarum væl við, skrivar Suðuroyarportalurin.