Suðuroyarvenjarin: Tak kettuna við til dyst

Tak kettuna, hundin, geitina, enntá tey, tú ert ósamdur við, við tær. Syrg bara fyri at koma í Gundadal, sigur Glenn Ståhl.

Tak kettuna, hundin, geitina, enntá tey, tú ert ósamdur við, við tær. Syrg bara fyri at koma, sigur Glenn Ståhl, venjari hjá TB/FC Suðuroy/Royn undan steypafinaluni móti B36 mikudagin.

 

Mikudagin tekur B36 ímóti samanlagda suðuroyarliðnum, TB/FC Suðuroy/Royn, í Gundadali í kappingini um Løgmanssteypið. Dysturin byrjar klokkan 17.15.

 

Nú heitir venjarin hjá suðuroyingunum, Glenn Ståhl, á allar suðuroyingar og øll, sum eru góð við felagið, um at koma til Havnar til dyst.

 

Okkara dreingir hava ført hetta nýggja felagið til semifinaluna í steypakappingini, sum er eitt megnaravrik, hóast vit hava ein smalan hóp og hava møtt harðari mótstøðu, skrivar hann á Facebook í dag.

 

Hann hevur tí eina áheitan á allar suðringar.

- Tak kettuna, hundin, geitina, enntá tey, tú ert ósamdur við, við tær. Syrg bara fyri at koma. Latið tykkum í grønt. Latið okkum standa saman, skrivar hann.

 

Onkur hevur so sagt honum, at hetta er fyrstu ferð síðani 1996, men her man onkur misskiljing vera komin í.

 

Seinast eitt av suðuroyarliðunum var í hálvfinaluni var í 2012. Tá tapti FC Suðuroy fyrst 1-0 móti Víkingi í Gøtu, men vann  2-1 í Vági. Tíverri fyri teir fór Víkingur í finaluna upp á regluna um útivallarmál.

 

VB/Sumba var eisini í hálvfinaluni í 2007. Tá tapti felagið 3-1 og 1-0 móti HB.

 

Í 2000, 2002 og 2004 hittust VB og HB í hálvfinaluni, men í øllum trimum førunum var tað HB, sum var stinnara liðið.

 

Í 1999 var tað B36, sum sló VB út í hálvfinaluni og í 1996 var tað GÍ.

 

Í 1997 eydnaðist tað tó VB at koma í finaluna. Tað árið vann VB móti B36 í hálvfinaluni, 2-1 og 1-0, men í sjálvari finaluni blivu teir avsmurdir av GÍ, heili 6-0.

 

Seinast TB kom so langt í steypakappingini var í 1995, tá teir spældu móti HB í hálvfinaluni. TB vann fyrra dystin, á Sevmýri, 2-1, men seinna dystin vann HB 4-0.