Suðuroyartunnilin skal projekterast næsta ár

– Tað siga tinglimir í samgonguni

Á Fíggjarlógini fyri næsta ár, skal peningur setast av til at projektera ein undirsjóvartunnil til Suðuroyar.

Tað siga teir báðir tinglimirnir í samgonguni, Erhard Joensen úr Sambandsdflokkinum, og Bill Justinussen úr Miðflokkinum.

Løgtingið viðger eitt uppskot frá Tjóðveldi um at endurnýggja ferjunar hjá Strandferðsluni, og at brúka 50-60 milliónir til endamálið um árið í eini fimm seks ár, so er komið á mál.

Her hugsa tey um tær smærri ferjurnar, tí tey halda, at ístaðin fyri at byggja ein nýggjan Smyril, eigur undirsjóvartunnil at verða gjørdur til Suðuroyðar.

Og í hesum sambandi vísti Erhard Joensen á, at næsta ár skal játtan setast av á fíggjarlógini til at projektera undirsjóvartunnil til Suðuroyar.

Og Bill Justinussen staðfesti, at tað er hann samdur í.

Bill Justinussen hevði orðið, og tá spurdi Erhard Joensen um Bill Justinussen er einigur við honum í, at á fíggjarlógini fyri 2020, skal tann neyðuga upphæddin setast av til at projektera Suðuroyarunnilin.

Bill Justinussen svaraði, at tað er hann so púra samdur í.

Hann segði, at tað er stórliga undirmett, hvussu stóran samfelagsligan og búskaparligan týdning tað hevur at knýta landið saman, so at vit sleppa undan at standa føst í fløskuhálsum alla møguliga staðni.

Tí heldur hann, at vit brúka alt ov lítið av pengum upp á at útbyggja samferðslukervið, og samfelagið sum heild

– Sum er, brúka vit 5-7 prosent av fíggjarlógini til útbyggingar, og tað er alt ov lítið, tí tað er so ómetalig samfelagsmenning í at byggja samfelagið út.

– Tað gongur alt ov seint og avleiðingin er, at vit dragna afturút - og tað er ikki so frægt um at vit halda vegirnir viðlíka, legði hann afturat.

Henrik Old, fyrrverandi landsstýrismaður í samferðslumálum, legði afturat, at ymsar forkanningar eru longu gjørdar fyri at vita, hvussu botnurin sær út á leiðini ímillum Sandoy og Skúgvoy, og ímillum Skúgvoy og Suðuroy og teir upplýsingarnir eru til skjals.