Suðuroyarsiglingin
? Tað er skilligt, at landsstýrismaðurin ikki umsitur málsøkið sítt á fullgóðan hátt, og eigur hann tí at taka avleiðingarnar av hesum.
Nøkunlunda soleiðis málber Hergeir Nielsen, løgtingsmaður fyri Suðuroynna seg í einum skrivi, hann mikudagin sendi Løgmanni um ruðulleikan sum valdar í siglingini ímillum havnina og Suðuroynna.
Løgtingsmaðurin sigur, at hann tekur fult undir við teimum suðuroyingum, sum mótmæla støðuni og nú heitir hann á løgmann um at leggja upp í málið.
Í skrivinum til Løgmann sigur hann, at játtanin til Strandfaraskip Landsins er økt 50% seinastu fýra árini, og sambært uppskoti til løgtingsfíggjarlóg fyri 2002 hevur Landsstýrið kunnað Løgtingið um, at Tvær milliónir krónur av samlaðu játtanini upp á 70 milliónir krónur, eru settar av til at leiga avloysaraferju fyri
? Harafturat hevur løgtingið játtað 310 milliónir til at byggja av nýggja Suðuroyarferju fyri.
? Kortini uppliva vit álvarsligar, støðugar og afturvendandi trupulleikar á Suðuroyarleiðini, og upplýst verður av strandferðslustjóranum, at hesir trupulleikar stava frá tørvandi játtan til at reka stovnin fyri, sigur Hergeir Nielsen.
Alment verður boðað frá, at stovnurin ikki er førur fyri at lúka høvuðsuppgávuna í reglugerðini fyri stovnin, sum er at lúka landsins tørv á innanlanda fólka- og farmafluttningi.
Eigur at fáa avleiðingar
Hergeir Nielsen sigur, at Løgtingið er hinvegin ikki kunnað um annan tørv á játtan til avloysaraferju enn tær tvær milliónir krónurnar, ið játtaðar eru, og hevur tí ikki havt umstøður til at taka aðrar avgerðir enn tær, ið tiknar eru.
? Suðuroyggin hevur ligið avbyrgd í fýra vikur vegna verkfall, har tað almenna var annar parturin, og komandi vikurnar eru útlit til, at tað almenna einsamalt fer at avbyrgja Suðuroynna.
Hann sigur, at tá ið Løgtingið ikki er kunnað um, at ovurstóru avleiðingarnar fyri hetta samfelagsøkið standast av ov lítlari játtan, og tá ið landsstýrismaðurin, ið hevur ábyrgd av málsøkinum, ikki letur við seg koma, er skilligt, at landsstýrismaðurin ikki umsitur málsøkið sítt á fullgóðan hátt, og eigur hann tí at taka avleiðingarnar av hesum.
Landsstýrismaðurin, ið sipað verður til, er Bjarni Djurholm, sum umsitur Strandferðsluna.
? Heitt verður tí á løgmann um beinanvegin at taka neyðugar politiskar og umsitingarligar avgerðir, sum kunnu loysa bráðkomnu trupulleikarnar við flutningi um Suðuroyarfjørð, sigur Hergeir Nielsen.