Leygardin verður Suðuroyarkapping á Eiðinum í Vági, har fleiri lið fara at kappast, og á kvøldi er dansur Fleiri lið fara at taka lut í Suðuroyarkappingini, sum VB/Sumba skipar fyri á Eiðinum í Vági leygardagin. Har luttaka VB/Sumba, MB, B71, TB og AB.
Sunnudagin verður spælt um 3. pláss og finala. (Sí www.vb1905.fo).
Á kvøldi er góður dansur í VB Húsinum, har eitt bland úr bólkunum 005 og Ergo fara á pallin at spæla bæði gott gamalt, og tað, ið er frammi nú.