Hóast tað er ein mánaður eftir, áðrenn fótbóltslandskappingin byrjar, liggur fótbólturin ikki heilt stillur. Leygardagin skipar VB/Sumba á fyrsta sinni fyri nýggjari Suðuroyarkapping, har TB, B71 og Skála koma til Vágs at kappast. Lutakast hevur verið um dystirnar, og spæla B71 og Skála klokkan 14, meðan TB og VB/Sumba spæla klokkan 16. Sunnudagin verður dystur um triðja plássið klokkan 12.30, og klokkan 14.30 verður so finaludysturin á skránni.