Suðuroyarkabarettin í Norðurlandahúsinum.

Nú fer manningin í Suðuroyarkabarettini 2019, sum hevur verið framførd í SALT, á ferð, og leiðin gongur til Havnar. Í Norðurlandahúsið.

Og tey hava heldur onga orsøk at smæðast burtur, tí talan er um eitt stórt show við skemti, ljósi og tónleki. Alt á høgum støði.

Eitt brak, eitt show, eitt must!, skrivaði in.fo í ummæli av kabarettini.

Suðuroyar Sjónleikarafelag, sá dagsins ljós fyri hálvum øðrum árið síðani, og tey hava spælt sjónleik líka síðani. Áhugin at læra, stuttleikin at spæla, og tær góðu umstøðurnar í SALT, hava verið við til at gjørt, at felagið hevur fingið eina so góða byrjan.

 

Leikirnar, hava allir verið stórfingnir. Suðuroyarkabarettin 2019 er onki undantak. Tað eru nógv fólk á palli, eitt heilt orkestur, sum er onki minni enn manning úr Asyllex, og tað flotta ljósshowið ger at áskoðarin fær nakað til allir sansirnar.

 

Súni Joensen, hevur ljósdesignað Suðuroyarkabarettina 2019.

 

Tónleikurin setur sín heilt serliga dám á, og eru tað ABBA sangir og sangir hjá Queen, sum eru við til at skapa stemningin.

 

Stemningurin hevur eisini verið sera góður í SALT. Nógv fólk hava hugt fleiri ferðir eftir kabarettini, sum er blivin framførd fyri fullum húsið hvørjaferð og hevur fingið framúr góð ummælið.

 

Leikstjórin er Jákup Veyhe og tað sæst aftur.

Sýningin verður 17. aug kl.2000..

In.fo skrivaði soleiðis í ummæli av kabarettini:

https://www.in.fo/news-detail/news/suduroyarkabarettin-2019-ein-brak-eitt-show-eitt-must/