Samanlagda felagið í Suðuroynni, TB/FCS/Royn, fær í næstum styrk til álopspartin. Tað skrivar fótbóltsheimasíðan, bolt.fo.
Talan er um áleyparan, Pape Mamadou Faye, ið millum annað hevur royndir frá íslendskum fótbólti. Pape Mamadou er ættaður úr Senegal, men hevur íslendskan ríkisborgararætt, av tí at hann sum 11 ára gamal flutti til Íslands.
Í Íslandi hevur Pape Mamadou Faye millum annað umboða Víking Ólafsvík, Vestri, Grindavík, Víking Reykjavík, Leiknir og Fylkir. Pape Mamadou Faye er 27 ára gamal.