Landsstýrið ásannar, at støðan í Suðuroynni, sum í mong ár hevur verið vánalig, nú er vorðin so mikið hættislig, at politisk stig mugu takast til tess at stuðla eini tilgongd, ið hevur við sær støðug arbeiðspláss í oynni.
Samgonguflokkarnir heittu hin 12. januar á landsstýrið um at leggja eina ítøkiliga ætlan at skapa grundarlag fyri javnbjóðis kappingarføri og harvið vinnumøguleikum í Suðuroynni. Atlit eru tikin at hesari áheitan í viðgerð landsstýrisins av málinum.
Heildarætlan fyri Suðuroynna inniheldur ymiskar tættir, ið tilsamans kunnu skapa eina tilgongd, ið fremur virksemi og trivna. Skal hetta eydnast til fulnar, er neyðugt, at bæði kommunalir myndugleikar og vinna medvirka og fremja átøk.
Suðuroyarætlanin fevnir um ítøkilig átøk, tilgongdir og hugskot:
1. Flakavinnan
Landsstýrið ásannar, at verandi støða innan flakavinnuna í Suðuroynni als ikki er nøktandi. Ein møguleiki er tí, at Suðuroyggin verður ein feskfiskamiðdepil, sum hon var í fyrru helvt av 90?árunum, tá beinleiðis samband var millum Suðuroynna og Skotland. Ein fortreyt fyri hesum er, at skip, fólk staðnum og aðrir íleggjarnar fáa møguleika at fara undir slíkt virksemi.
Tað er avgjørt ein bati, at Fiskavirking nú fer undir fiskaframleiðslu á Polarfrost í Vági í mars mánaði, har brúk verður fyri 35-40 ársverkum.
2. Flutningssamband
Landsstýrið ásannar, at Suðuroyggin er sera fjarskotin, bæði tá tað snýr seg um flutnings¬sam¬bandið innanoyggja og við umheimin. Hetta ger, at virkir í oynni eru verri fyri enn virkir aðrastaðni í landinum, serliga tá talan er um útflutning av feskum fiskaúrdráttum. Ein fráferð úr Suðuroynni til skotska meginlandið hvørt fríggjakvøld hevði ivaleyst styrkt um vinnugrundarlagið á staðnum.
Landsstýrið fer at kanna, hvussu flutningsmøguleikarnir innlendis og til meginlandið kunnu betrast og virka fyri, at Suðuroyggin verður javnstillað við restina av landinum. Hetta verður gjørt í samstarvi við flutningsfeløgini.
3. Miðnámsskúli og røktarheim
Landsstýrið heldur framvegis, at tað besta fyri Suðuroynna í síni heild er at byggja miðnáms-og heilsuskúla í Hovi og røktarheim í Vági. Taka kommunurnar í Suðuroy undir við hesi ætlan, verður farið undir at fyrireika verkætlanina í vár. Farast kann undir at byggja røktarheim so skjótt kommunalu myndugleikarnir á staðnum taka avgerð um tað, og semja er funnin millum land og kommunur um, hvussu fíggingin verður skipað.
4. Fiskapakkin
Landsstýrið er sinnað at tryggja, at føroysk fiskavirki fáa veruligan møguleika at bjóða uppá botnfiskin, sum føroysk fiskifør veiða í føroyskum og í íslendskum sjógvi. Talan verður her um at broyta lógirnar um ávikavist vinnuligan fiskiskap og um uppboðssølu og broytingar í kunngerðum, sum eru heimilaðar í hesum lógum. Broytingarnar hava sum mál at steðga sonevndu proforma-sølunum og at javnstilla allar skipabólkar við atliti at avreiðingum uttanlands. Landsstýrið fer at leggja fram uppskot um broytingar í lógarverkinum um avreiðingar og sølu av fiski í hesi tingsetuni. Fiskapakkin fer ivaleyst at stimbra virkseminum í høvuðsvinnuni.
5. Berghol millum Øravík og Hov
Landsstýrið fer undir at gera berghol millum Øravík og Hov í ár, og lógaruppskot um verkætlanina verður løgd fyri Løgtingið í hesi tingsetuni. Hvussu nógv arbeiðspláss talan verður um er m.a. tengt at, um tað verður eitt útlendskt ella eitt føroyskt felag sum vinnur útbjóðingina. Verður tað útlendskt felag, vísa royndirnar frá Vágatunlinum og Norðoyatunlinum, at uml. 2/3 av arbeiðsmegini er føroysk, um alt verður íroknað. Ein leyslig meting er tí, at verkætlanin beinleiðis skapar 30-40 føroysk arbeiðspláss í miðal um árið í umleið 2,5 ár, um felagið velur at nýta sama leist sum NCC hevur nýtt í Norðoyatunlinum. Avleitt keyp av vørum og tænastum fer vantandi eisini at skapa nakað av virksemi í Suðuroy.
6. Kommunusamanlegging
Landsstýrið stuðlar ætlanini at leggja oynna saman í eina kommunu. Hetta vil geva eina sterka umsitingarliga eind, sum fær tørv á útbúnum fólki av ymiskum slag m.a. løgfrøðingum, búskaparfrøðingum og verkfrøðingum. Sum ein kommuna fer oyggin ikki longur at vera í innanhýsis kapping, men í kapping við restina av landinum og útheimin.
7. Almenn arbeiðspláss
Ein annar grundleggjandi trupulleiki, sum Suðuroyggin hevur er, at stóra talið av ungdómi, sum flytur burtur í lestrarørindum, ongantíð fær møguleika at venda aftur til oynna, tí ov fá størv eru, har tey kunnu brúka sína útbúgving.
Landsstýrið vil tí virka fyri, at almenn arbeiðspláss eisini koma Suðuroynni til góðar. Hetta, saman við einari sterkari kommunalari fyrisiting í samanløgdu kommununi, fer at skapa grundarlag fyri enn fleiri førleikakervjandi størvum.
Landsstýrismenninir í fíggjarmálum og almanna- og heilsumálum arbeiða við ítøkiligum ætlanum, ið m.a. hava við sær, at nýggj almenn arbeiðspláss verða í Suðuroynni.
8. Samskiftikervi
Støðið viðvíkjandi samskiftismøguleikum og infrakervi í Suðuroynni er á hædd við aðrar partar av landinum. GSM-fartelefonkervið er nøktandi, og breiðbandsskipanin verður støðugt ment, so at allar bygdirnar í oynni eru við í ár. Suðuroyggin og Sandoyggin eru einans knýttar at meginlandinum við radiodsambandi. Føroya Tele ætlar nú at leggja kaðal til Suðuroyar. Í dag røkkur digitala sendinetið hjá Televarpinum ikki til Suðuroyar, men er hetta ein partur av ætlanunum hjá felagnum í ár.
9. Fríhavnsvirksemi í Vági og á Drelnesi
Landið hevur gjørt íløgur í nýggja samferðsluhavn á Trongisvágsfirði, og Tvøroyar Kommuna hevur fingið Drelnes at ráða yvir. Harafturat hevur landsstýrið partvíst fíggjað djúphavn í Vági. Við hesum hava havnirnar, bæði á Tvøroyri og í Vági, fingið nýggjar vakstrarmøguleikar. Grundarlag skuldi tískil verið fyri at økt um virksemið við eitt nú umskiping av fiskavørum og soleiðis skipa ein tilfeingisdepil.
10. Ráðgeving
Landsstýrismaðurin í innlendismálum fer, í samstarvi við kommunurnar, at taka stig til at fáa fólk við serkunnleika at ráðgeva myndugleikum, felagsskapum og/ella einstaklingum í vinnuligum og samfelagsligum spurningum.










