Suðuroyar Tjóðveldisfelag stuðlar Hergeiri

Suðuroyar Tjóðveldisfelag skal hervið boða frá, at vit taka fult undir við tí samgongu sum situr í løtuni.

At tað ikki altíð gongur einum eftir vild, má ein liva við, tá tað eru so ymiskir flokkar, sum mynda landsstýri í tí nakað alternativ til hesa samgongu finnist ikki.

Á fundi um vikuskiftið við umboð okkara á tingi, hava vit fingið ábendingar um, at tey mál og viðgerðin av teimum, sum vit hava verið ónøgd við, innihalda nógv sjónarmið, sum almenningurin ikki er kunnaður um, men tað ber alt á rætta borðið. og hetta hevur felagið sligið seg til tols við fyribils.

Eisini skulu vit gera vart við, at Suðuroyar Tjóðveldisfelag einki hevur at finnast at umboði okkara á tingi ella tí arbeiði, hann ger.


Suðuroyar Tjóðveldisfelag

Kaj Vágfjall, formaður