Suðuroyar Syðra Javnaðarfelag peikar á Heðin Mortensen

Suðuroyar Syðra Javnaðarfelag peikar á Heðin Mortensen sum komandi formann í Javnaðarflokinum. Felagið hevur í kvøld havt fund um, hvønn felagið skal skjóta upp sum formansvalevni, tá nýggjur formaður skal veljast í Javnaðarflokkinum 5. mars.

- Kjak var á fundinum um fyrimunir og vansar og eisini var lívligt politiskt orðaskifti. Tað var semja millum fundarfólkið um at peika á Heðin Mortensen sum formansvalevni, sigur Henrik Old, formaður í Suðuroyar Syðra Javnaðarfelag.

Hann leggur afturat, at uppmøtingin í kvøld á fundinum hjá felagnum var betri, enn vanligt.

Lokalfeløgini skulu boða frá seinast mikudagin á middegi, hvønn tey peika á sum komandi formann í flokkinum.