Suðuroyar Sparikassi yvirskot

Hóast vøksturin í búskapinum er steðgaður, væntar Suðuroyar Sparikassi, at úrslitið í 2004 verður nøktandi

Ársútslit

Ársúrslitið hjá Suðuroyar Sparikassa var í 2003 stívliga 2,2 miljónir krónur fyri skatt. Hetta er nakað minni enn í 2002, tá ið úrslitið var stívliga 3,3 miljónir krónur.
Skatturin av ársúrslitinum fyri 2003 er stívliga hálv miljón, og hetta saman við vøkstrinum í skattaaktivinum og einari javning frá undanfarnum árum, gevur Suðuroyar Sparikassa eitt nettoúrslit í 2003 uppá slakar 2 miljónir krónur.
Suðuroyar Sparikassi væntar, at hóast vøksturin í búskapinum er steðgaður, verður roknað við einum nøktandi úrslitið fyri 2004.

Nevndarbroyting

Á aðalfundi í Suðuroyar Sparikassa herfyri, vórðu Rógvi Thomsen, Hvalba og Malfrid Danberg, Vágur, vald í nevndina fyri Jacob P. Magnussen og Any Strøm.
Stjóri í Suðuroyar Sparikassa, er Mikkjal Sørensen.