Suðuroyar Sparikassi slóðaði fyri

Hóast orðið hópfígging kann tykjast nýtt, er hugsanin handan hugtakið gomul. Í Føroyum hevur verið vanligt, at fólk hava sett pening í fyritøkur fyri at skapa vøkstur og arbeiðspláss.

 

 

Í løtuni er einki, sum tað var í heiminum, nú korona-virusið herjar. Fyri stuttum var korona bert heitið á einari øl - og ikki ein alheimsfarsótt, ið hevur lagt tann annars blómandi heimsbúskapin lamnan. Fyritøkur, sum fyri stuttum vóru sera væl fyri, hava í dag bráðfeingis tørv á hjálp til at fíggja virksemi sítt fyri at hóra undan í koronakreppuni - eisini vælriknar fyritøkur, ið bæði skapa vøkstur og arbeiðspláss í nærumhvørvinum, og sum eru trygd fyri trivnaðinum í hesum økjum.

- Her er Flex Funding ein háttur at hjálpa til at fáa samfelagshjólini at mala aftur. Flex Funding er hóplán, og hóplán er ein hópfíggingarháttur, sum gevur øllum - bæði fólki og fyritøkum - møguleikan at stuðla lokalum fyritøkum við lánsgjøldum, heilt úr 200 krónum.

Søren L. Bruhn, stjóri í Suðuroyar Sparikassa, vísir á, at hópfígging er ein nýggjur pallur - ella eitt talgilt torg, har fólk og fyritøkur hittast fyri at lána og lána út pengar. Talgildi pallurin hjá Flex Funding virkar á tann hátt, at fyritøkur kunnu  lána úr 200.000 krónum til eina fasta og kappingarføra rentu í upp til fimm ár.

- Peningurin kemur frá privatum og vinnuligum lánveitarum, sum við at lána fyritøkum pening, kunna fáa eina betri rentu í mun til negativu innlánsrentuna, ið peningastovnar nú áseta kundum.

Stjórin vísir á, at hóast orðið hópfígging kanska er nýtt, er hugsanin handan hugtakið gomul, tí vanligt hevur altíð verið í Føroyum, at fólk hava í felag sett pening í fyritøkur og virkir fyri at skapa vøkstur og arbeiðspláss  í samfelagnum.  Orsakað av koronakreppuni hava fyritøkur tørv á gjaldføri fyri at hóra undan, og hetta kunnu tær eitt nú  fáa umvegis ein pall sum Flex Funding, har øll kunnu stuðla við lítlum upphæddum.

Kundarnir knýta seg beinleiðis á talgilda pallin hjá Flex Funding umvegis flexfunding.fo.

Søren L. Bruhn vísir á, at tað tekur bert fimm minuttir at stovna brúkara á heimasíðuni, og tað tekur í mesta lagi tvær vikur at fáa svar upp á umsóknina.

- Vit í Suðuroyar Sparikassa bjóðaðu hóplán á fyrsta sinni í 2016 sum fyrsti peningastovnur í Norðurlondum, og í 2019 vóru vit fyrsti peningastovnur í heiminum, ið bjóðaði hóplán til almennar myndugleikar, sigur stjórin í Suðuroyar Sparikassa, Søren L. Bruhn og vísir á, at hópfíggingarpallurin hjá stovninum er eitt samstarv við danska felagið Flex Funding.

##med2##