Á aðalfundi fyrr í ár kunnaði nevndin um ætlanir hjá Suðuroyar Sparikassa um at byggja nýggjan bygning.
Uppskot varð víst fram, har talan er um sonevndan grønan bygning, har møguleikar fyri alternativum orkukeldum skulu kannast. Men tá var ikki víst viðvíkjandi prísi og øðrum, og síðani aðalfundin í apríl eru sjálvandi nógv hent í málinum, og møguleikin er til staðar fyri, at slík ætlan er kostnaðarmikil.
- Í løtuni verða metingar gjørdar, og vísir tað seg, at slík ætlan er kostnaðarmikil, so má onnur ætlan gerast. Vit arbeiða tí við tveimum tekningum í løtuni, sigur Søren L. Bruhn, stjóri.
- Enn er onki endaligt í byggimálinum, annað enn, at arbeitt verður útfrá tekningunum, sumAlbert Isfeldt hevur teknað, sigur Sørn L. Bruhn.
Bygningurin verður við vissu í Vági, og ætlandi beint vestanfyri núverðandi sparikassabygningin. Tað vil siga millum Suðuroyar Sparikassa og Heilsumiðstøðina.
Talan er í øllum førum um bygning í nýmótans stíli. Bygningurin á tekningini, ið enn liggur á borðinum, er 800 fermetrar og í trimum hæddum, har ovasta hæddin tó er hálv. Ætlanir hava verið frammi um at hava bygningin lidnan í 2010.