Suðuroyar Sparikassi nýggj og snotulig høli í miðbýnum

Í gjáramorgunin læt Suðuroyar Sparikassi upp í nýggjum hølum í miðbýnum í Havn

Nýggj høli

Nýggja adressan hjá Suðuroyar Sparikassa í Havn er nú Niels Finsensgøta 31. Hetta er bygningurin beint yvir av bilstøðini Auto, har Mina Wilhelm áður hevði sína hattaforrætning.
Nýggju hølini hjá Suðuroyar Sparikassa eru ljós og nútímans. Tey eru sett í stand til endamálið í einum spennandi byggisniði.

Betri umstøður
Nýggju hølini skapa betri umstøður fyri viðskiftafólkini, tá ið hesi vitja á deildini, eins og arbeiðsumstøðurnar hjá starvsfólkunum eisini eru betri.
- Hetta fegnast vit um, siga tey í Suðuroyar Sparikassa.
Við nýggju hølunum verður deildin hjá Suðuroyar Sparikassa í miðbýnum meira sjónlig, samstundis sum bygningurin eisini setir sín dám á miðbýarumhvørvið í ovara partinum á gongugøtuni.

Fimm starvsfólk
Hølini í Niels Finsensgøtu eru í trimum hæddum við kundaavgreiðslu beint inn frá gøtuni og kundaráðgeving í miðhæddini.
Á deildini hjá Suðuroyar Sparikassa í Havn arbeiða í dag 5 starvsfólk.