Suðuroyar Sparikassi hevur keypt deildina hjá Føroya Banka í Vági, sum lat aftur í fjør. Tað skrivar Suðuroyarportalurin í dag.
Suðuroyar Sparikassi hevur yvirtikið bygningin í dag og hevur samstundis víst fram tekningar av hvussu nýggja høvuðssætið hjá Suðuroyar Sparikassa kemur at síggja út.
Søren L. Bruhn, stjóri í Suðuroyar Sparikassa, sigur við Suðuroyarportalin, at í veruleikanum hevur Suðuroyar Sparikassi arbeitt við ætlanum um nýtt høvuðssætið síðan fyrst í 1950unum. Men nú er so greitt, at nýggja høvuðssætið verður í nýkeypta bygninginum og í einum nýggjum bygningi, sum verður bygdur omanfyri verandi bygning.
Í hesum sambandi hevur Suðuroyar Sparikassi eisini keypt økið omanfyri verandi bygning.
Søren L. Bruhn greiður frá, at tey í veruleikanum longu eru farin í gongd. Tekning og modell er gjørd av nýggja høvuðssætinum og nú verða detailtekningar gjørdar. Suðuroyar Sparikassi hevur eisini søkt um graviloyvi til nýggja bygningin og væntað tey at fáa hesi loyvini í komandi viku, skrivar Suðuroyarportalurin.
Málsetningurin er at flyta í nýggja høvuðssætið 1. oktober 2010 ? ella um eitt lítið ár ? og hetta vóna vit fer at halda, sigur Søren L. Bruhn at enda við Suðuroyarportalin.