Suðuroyar Sparikassi kennir seg tryggan

Søren Bruhn, stjóri, metir at Suðuroyar Sparikassi er væl rustaður til fíggjarkreppuna, ið rakar Heimin í løtuni. – Vit hava størri innlán enn útlán, so vit eru trygg, hóast lán millum bankar eru vorðin dýrari, sigur stjórin

Hóast stórir trupulleikar eru innan fíggjarheimin, metir Suðuroyar Sparikassi ikki, at teir hava nakað at vera bangnir fyri.

- So leingi føroyski búskapurin koyrir, so koyra vit. Vit eru ein lítil og liggja ikki á stóra høvuðsvegnum. Tað er í veruleikanum okkara styrki, tí vit hava ikki so stór útlán, og hava bert fimm milliónir í partabrøvum. Tey hava tó givið hall, men tað er avmarkað hvussu stóran mun tað ger, greiðir Søren Bruhn frá.


Besta úrslit nakrantíð

Sambært stjóranum hevur Suðuroyar Sparikassi altíð lagt seg eftir at vera ein tryggur banki, og tað gevur nú at býta.

- Vit hava ongantíð tjent so nógvar pengar sum beint nú, og tað er eitt úrslit av okkara varna politikki. Men tað er stórur ótryggleiki innan fíggjarheimin í løtuni, og tað hevði verið gott um støðufesti aftur kom, men tað er ógjørligt at siga nær tað verður, fortelur Søren Bruhn.


Tosa um rentuhækking

Av tí at støðan er so ótrygg í løtuni, og ferðin á búskapinum er minkandi hevur Suðuroyar Sparikassi hugsað um at hækka rentuna.

- Vøksturin í útlánum er ikki stórur í løtuni, og tað er nakað vit mugu taka fyrilit fyri. Tí kann tað vera at vit í framtíðini hækka rentuna, men tað er ikki nakað, ið verður beint nú, sigur stjórin.


Føroysku bankarnir eru tryggir

Søren Bruhn metir, at føroysku bankarnir eru rímiliga tryggir, í mun til aðrar bankar í Heiminum, tí føroyski búskapurin hevur eitt gott útgangsstøði.

- Vit eru í einari góðari støðu, men trupulleikin hjá hinum bankunum kann vera, at tað gerst sera dýrt at lána pening. Men tað týdningarmesta er, at viðskiftafólkini ikki gerast bangin. Byrja tey fyrst at missa sítt álit á bankan og taka pening sín út, fer sjálvt tann sunnasti og besti bankin av knóranum, greiðir Søren Bruhn frá.