Suðuroyar Sjúkrahús neyvan meiri pening í ár

Støðan hjá Suðuroyar Sjúkrahúsi er óbroytt eftir fundin við løgtingsmenninar úr Suðuroynni sunnudagin, tí ongin kann lova sjúkrahúsinum meiri pening, so at tað slepst undan sparingum

Hóast støðan á Suðuroyar Sjúkrahúsi næstan er samanborin við eina vanlukku, tykist ikki sum at nøkur hjálp er á veg.

Á fundinum sunnudagin fekst so ongin ábending frá løgtingsmonnunum fyri Suðuroynna um, at sjúkrahúsið fer at fáa meiri pening.

Játtanin til lønir á Suðuroyar Sjúkrahús í ár er 1,5 millión og lítil til, at virksemið kann halda fram óbroytt.

Og sum sagt, eru longu 4,5 fólk søgd upp, men at tað slepst neyvan undan fleiri uppsagnum seinni.

Bogi Djurhuus, yvirlækni, vísti á, a frammundan var raksturin á Suðuroyar Sjúkrahúsi so bíligur, sum hann uppá nakran máta kann vera, um mann framvegis skal kalla hetta eitt sjúkrahús, tí tað er ikki eitt tað einasta fólk til avlops nakrastaðni

Hann endurtók somuleiðis tað, hann fyrr hevur sagt fyri Sosialinum, at sum nú er,kann hann heilt skjótt koma í ta støðu, at hann má umhugsa sína framtíð á sjúkrahúsinum.

Á fundinum við løgtingsmennina sunnudagin var tað skjótt at koma til ta niðurstøðu, at tað, sum kravdist var meiri peningur.


Støðan broytt

Hergeir Nielsen er einasti tingmaður úr Suðuroynni í samgongu og tískil var tað serligur áhugi fyri tí, sum hann hevði at siga.

Men hann segði, at ongin kann í dag lova Suðuroya Sjúkrahúsi meiri pening.

Tað einasta, hann kundi siga, var, at málið er ikki slept, men at tað verður arbeitt víðari við tí.

Sostatt er støðan broytt, tí 20. januar segði hann í samrøðu við Sosialin, at samgongan skilti, at sparingarnar á Suðuroyar Sjúkrahúsi kundi ikki setast í verk og at vissa kundi veitast fyri, at tær verða tiknar aftur.

Formaður javnaðarfloksins segði, at tað bar til at leggja eina umsókn um eykajáttan fyri tingið og at tað kravdist ikki so nógv til at fáa hana samtykt. Atkvøðir andstøðan fyri, umframt Hergeir Nielsen, skulu bara tvær atkvøður til afturat úr samgonguni, og tað helt hann var slett ikki óhugsandi.

Men Hergeir Nielsen tók ikki av hesum uppkotinum, sum hann kallaði bert politiskt gass sum einans hevði til endamáls at fáa hann upp at hanga.

Hann vísti, at verður eykajáttan lagt fram um Suðuroyar Sjúkrahús, fara fleiri mál at taka seg upp og so er samgongan farin, áðrenn mann veit av. Eitt nú vísti hann á, at verður uppskot fyri tingið um meiri pening til Suðuroyar Sjúkrahús, má Landssjúkrahúsið eisini fáa, tí har røkkur játtanin til lønir heldur ikki til.

Hann legði afturat, at tað ber ikki til hjá suðuroyar tingmonnum at gera eina nýggja samgongu um Suðuroyar Sjúkrahús.

Hetta meinti eitt umboð frá politisku feløgunum ikki var rætt, tí tá ið uppskotið var frammi um at taka siglingina upp á Skálafjørðin uppaftur, vóru tað bæði tingfólk úr samgongu og úr andstøðu, ið stóðu saman um tað.