Tann 1. September fer Suðuroyar sjúkrahús ein serlækna afturat. Suðuroyar Sjúkrahús hevur nevniliga sett Johannes Theodor Høgagarð í starv sum narkosulækna og serlækna í pínuviðgerð.
Tofftamaðurin, Johannes Theodor Høgagarð er 54 ára gamal og varð lækni í 1997 og í 2006 varð hann narkosulækni. Eisini hevur Johannes serlæknaútbúgving í pínuviðgerð,
Johannes Theodor Høgagarð hevur drúgvar royndir sum serlækni, har hann seinastu árini hevur verið serlækni á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn og á Privatsjúkrahúsinum, Aleris.