Suðuroyar Sjúkrahús fær ein lækna afturat

– Samstundis verða fleiri fólk sett til at taka sær av endurvenjing á Sjúkrahúsinum

Nú skal Suðuroyar Sjúkrahús hava ein yvirlækna afturat.

 

Tað er greitt, nú Løgtingið fyrsta dagin fer at avgreiða fíggjarlógina fyri næsta ár.

 

Í hesum sambandi eru bæði samgonga og andstøða samd um, at játta Suðuroyar Sjúkrahúsi eina eyka játtan upp á 1,4 milliónir krónur við tí endamáli at bøta um læknatroti.

 

Fyri nøkrum árum síðani hevði Suðuroyar Sjúkrahús tveir skurðlæknar, men seinastu árini hevur tað bara verið ein, tí annar skurðlæknin, Jan Jespersen, doyði brádliga í bestu árum,

 

Ein orsøk til tað er, at játtanin hevur ikki strekt til at seta ein í starv afturat fyri Jan Jespersen.

 

Men nú eru 1,4 milliónir settar av til at fáa ein skurðlækna afturat og Ronnie Midjord sigur, at peningurin skal brúkast til at seta ein skurðlækna í starv afturat Jóan Petur Davidsen, sum frammanundan er skurðlækni á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

 

Frammanundan er eisini Hans Petur Nielsen, medisinskur yvirlækni á Sjúkrahúsinum, so framyvir verða tríggir yvirlæknar á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

 

– Vit eru rættiliga viðbrekin tí at vit bara hava ein skurðlækna, so hetta er eitt munandi framstig, sigur Ronnie Midjord.

 

Tað verður ofta tosað um, at tað er ringt at fáa læknar, men har er Ronnie Midjord bjartskygdur.

 

– Vit hava altíð fáa mannað tey læknastørv, vit hava havt, og fáa vit ikki ein í fast starv beinanvegin, fáa vit avloysarar ta fyrstu tíðina, tað er ongin trupulleiki, sigur Ronnie Midjord.

 

Somuleiðis verður ein hálv millión sett av til at styrkja um endurvenjingina á Sjúkrahúsinum.

 

– Tað kemur væl við, tí bíðitíðin eftir at fáa endurvenjing, er long, sigur stjórin á Sjúkrahúsinum.