Suðuroyar Sjúkrahús fær dýra útgerð

Fleiri sjúklingar skulu sleppa undan at at noyðast til Havnar

Hereftir skulu fleiri sjúklingar úr Suðuroy, sum nú verða noyddir at fara á Landssjúkrahúsið, sleppa frá at ferðast til Havnar.

 

Suðuroyar Sjúkrahús fær nú nevniliga ein CT skannara og tað merkir, at kanningar, sum í dag skulu gerast á Landssjúkrahúsinum, fara í framtíðini at kunna gerast á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

 

Tað er eitt av teimum fáu málunum, bæði samgongan og andstøðan í Løgtinginum eru samd um.

 

Eftir at Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum hevur viðgjørt fíggjarlógini fyri næsta ár í góðar tveir mánaðir, er hon løgd fyri Løgtingið aftur í kvøld.

 

Og har eru bæði umboðini fyri samgonguna og umboðini fyri andstøðuna samd um at seta pening av til at Suðuroyar Sjúkrahús kann fáa ein CT-skannara.

 

Í hesum sambandi er fíggjarnevndin samd um, at biðja Løgtingið samtykkja at játta eina millión krónur til ein CT-skannara til Suðuroyar Sjúkrahús.

 

Her kann leggjast afturat, at hetta er ikki í samsvari við tilmælini í menningarætlanini, sum er løgd fyri Sjúkrahúsini.

 

Annars er fíggjarnevndin eisini samd um at Suðuroyar Sjúkrahús skal fáa eina hálva millión afturat, og tær skulu markast til endurvenjing, umframt at 1,4 milliónir skulu játtast afturat til fleiri læknar til Suðuroyar.