Aftir á føstulávint í ár bjóðar manningin á danska sjóverjuskipinum sum er í Føroyum. børnum í Suðuroy umborð at sláa tunnu.
Í ár er tað Thetis, ið verður á Tvøroyri og sum bjóðar børnum úr allari oynni umborð sunnudagin klokkan 13.30 at sláa tunnu. Og tað plagdi vera heilt fitt av børnum umborð hesa løtuna.
Thetis varð tikið í brúk í 1991. Skipið er 112,3 metrar langt og 14,4 metrar breitt. Tað eru 57 fólk við Thetis, sumsigur 22 míl, tá ið full ferð verður sett á.
Thetis kemur á Tvøroyri í morgin klokkan 10 og fer avstað aftur mánamorgunin klokkan 10.











