Jaspur Vang, Tvøroyri
Nú hóttanin um at taka oyggjarnar sum gíðslar í einum møguliga komandi verkfalli aftur hongur yvir høvdinum á okkum, eigur tað at vera eitt ófrávíkiligt krav frá Suðuroyingum, Sandoyingum og fólki á útoyggj, at landspolitikararnir kennast við sína ábyrgd og - um tað gerst neyðugt - við lóg steðga afturvendandi áganginum móti pørtum av landinum.
Tað er ongin ivi um, at samráðingarnar millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið, sum nú eru, kunnu gerðast bæði harðar og drúgvar, nú landsbúskaparliga gongdin í landinum sum heild er rætta vegin, samstundis sum løgtingsval aftur nærkast og andstøðan á Løgtingi tí neyvan fer at gera arbeiði hjá fíggjarmálaráðharranum lættari. Vit skulu eisini minnast til, at tað ikki bert eru sáttmálaviðurskiftini hjá Starvsmannafelagnum, sum skulu greiðast, men at starvsfólkini umborð á strandfaralskipunum eru umboðað av eini 4 fakfeløgum og vandi tí er fyri, at oyggjarnar verða verkfallsraktar fleiri ferðir, so hvørt sáttmálarnar skulu endurnýggjast.
Fjølmiðlarnir og politikararnir.
Tað er at fegnast um og ábyrgdarfult blaðmannaavrik, at blaðmaðurin á Sosialinum, Áki Bertholdsen, í farnu viku varpaði ljós á samráðingarnar og harvið varpaði ljós á vandan fyri, at verkfall aftur skal raka strandsfaraskipini, sum eru lívæðrin til oyggjarnar, eins og hann kon-fronteraði landspolitikararnar við støðuna, sum enn einaferð kann koma í. Hjá landspolitikarunum ber tí ikki longur til at lata sum um verkføllini koma óvart á. Tað er eisini at fegnast um, at tingmaður sambandsfloksins í Suðuroy og javnaðartingmaðurin í Sandoy, sum báðir eru í samgongu, hava tikið støðu í málinum og um neyðugt eru til reiðar at lóggeva á økinum. At tjóðveldisumboðið í Suðuroy, sum andstøðulimur ikki vil svara beinleiðis, hvørt hann um neyðugt fer at taka undir við at tryggja siglingina við lóg, var væntandi, meðan tað er skuffandi at vera vitni til, at álit javnaðarfloksins í samgongu - hóast alt valdur í Suðuroy - hinvegin nærmast yppir øksl og bert staðfestir, at tað, sum higartil er gjørt í málinum frá landspolitiskari síðu, ikki er gott nokk. Slíkt kann ikki brúkast til nakað sum helst. Í longdini ber ikki til, bert at halda seg flótandi við tosi og taktikki, men glíða av, tá á stendur. Enn verður tó í spenningi bíða eftir greiðum útmeldingum, serstakliga frá hinum báðum javnaðartingmonnunum úr Suðuroy.
Vinnan bløðir og sjálvsøgd mannarættindi verða skerd.
Øll vita vit, at vinnulívið úti um oyggjarnar, har arbeiðsloysið framman undan er størst, arbeiðið mest óstøðugt og miðalinntøkurnar lægstar, so at siga verður lagt lamið, hvørja ferð verkføllini leggja samferðsluna lamna, eins og fólk verða forðað í sínum dagliga virki og sjálvsøgdu rættindi teirra til frítt at ferðast í landinum, verða tikin frá teimum. Verkfallsvandin, sum hongur yvir okkum, skapar ótryggleika í vinnuni og skerjir eitt nu íløguhugin í teimum pørtum av landinum, har alment virksemi ikki er høvuðsgrundarlagið. Ì hesum døgum eru vit m.a. vitni til, at eitt av størstu arbeiðsplássunum á Tvøroyri, Føroya Fiskavirking, sendir arbeiðsfólk í hópatali til hús, eins og vandi er fyri, at virkið kemur at standa stongt stóran part av árinum, um ikki lønandi vinna aftur fæst í lag. Landspolitikararnir og fakfeløgini mugu vísa ábyrgdarkenslu og samfelagssinni, soleiðis at tað ber til at reka vinnuligt virksemi úti um landið serstakliga innan okkara høvuðsvinnu og er álitið á flutningssambandið millum oyggjarnar ein týðandi partur av fortreytunum, sum eru gald-andi.
- 2 -
So høgligt og ómakaleyst.
Tað tykist so høgligt og ómakaleyst at taka oyggjarnar sum gíðslar, hvørja ferð ósemjur stinga seg upp á arbeiðsmarknaðinum. Ì Sosialinum fríggjadagin tann 15. september sóu vit, at formaðurin í Starvsmannafelagnum legði eftir landspolitikarum, sum, um neyðugt, eru til reiðar við lóg at tryggja vinnulívinum og fólki í útjaðaranum arbeiðsfrið og vanlig mannarættindi, eins og skjýtur teimum í skógvarnar, at teir reka floks og lokalpolitikk. Fakfelagsformaðurin nýtir her vanligu útslitnu snilduna, sum vit kenna hana frá landspolitikki, hvørja ferð mál viðvíkjandi útjaðaranum eru til viðgerðar. Hvørt snildan í hesum føri verður nýtt sum skálkaskjól fyri at fjala út yvir, at fakfelags-formenn við jøvnum millumbilum eisini standa fyri vali, og tí royna at tekkjast tí øki, har tær flestu atkvøðurnar kunnu væntast, skal verða ósagt. Í ávísum førum er tó ikki so stórur munur á fakfelgs-politikki og landspolitikki, tá saman um kemur.
Ov lítil vilji frá báðum pørtum.
Um so varð, at manningarnar á strandfaraskipunum fingu í boði at gerast tænastumenn, ella at verða settar í starv við tænastumannalíknandi treytum og fakfeløgini góðtóku eina slíka skipan, varð ikki talan um at skerja verkfallsrættin, men at bjóða starvsfólkunum betur setanarviðurskifti. Hesin framferðarháttur varð m.a. nýttur fyri at tryggja flogferðsluna móti verkføllum og hevði verið eins væl nýtiligur, hvat strandfaraskipunum viðvíkur. Neyðugur landspolitiskur vilji hevur tó ikki verið til, á hendan hátt at tryggja oyggjarnar eins og flogferðslan varð tryggjað, samstundis sum fakfeløg-ini ikki hava verið sinnað at lata samferðsluna millum oyggjarnar frá sær sum verkfallsvápn.
Sjálvsagt skulu vit sum framkomið samfelag virða frælsa samráðingarrættin og harvið verkfalls-rættin. Mark má tó vera fyri, í hvønn mun samfelagið ferð eftir ferð loyvir, at partar av landinum verða lagdir lamnir og at ótryggleiki støðugt skal valda. Í londunum uttan um okkum, er tað als ikki vanligt, at ávís øki í londunum í tíð og ótíð verða tikin gíðslar, soleiðis sum verkfallsrætturin ferð eftir ferð hevur verið misnýttur til at skaða Suðuroynna, Sandoynna og útoyggjar. Tí mugu vit staðfesta, at atlitini til hesar partar av samfelagnum, soleiðis sum teir hava verið útpíndir av verkføllum gjøgnum árini, viga tyngri enn atlitini til verkfallsrættin.
Tvinnir eru kostirnari, hvørgin teirra mjúkur.
Av tí at tað ikki hevur verið neyðugur landspolitiskur vilji til at tryggja samferðsluna til oyggjarnar í friðartíðum, eins og flogferðslan varð tryggjað, standa landspolitikararnir, nú ófriður aftur hóttir á arbeiðsmarknaðinum, í teirri støðu, at teir, um hóttaninar gerast veruleiki, mugu velja ímillum, við lóg at tryggja samferðsluna til oyggjarnar og harvið fáa skotið í skógvarnar, at teir skerja verkfalls-rættin, ella, um dirvi til at lóggeva svíkur, framvegis hava ábyrgdina av, at vinnulív og fólkið, sum búleikast úti um oyggjarnar, framhaldandi verður fyri afturvendandi seigpínandi áganginum.
Seinast verkfall var, tóktust í hvussu so er flestu samgongutinglimirnir hava neyðuga dirvið at lóggeva á økinum og harvið reka landspolitik. Lat okkum tó vóna, at samráðingarpartarnir koma til eina virðiliga loysn, so tað ikki gerst neyðugt at lóggeva.
Á Tvøroyri tann 17. september 2006.