Suðuroy og mentanin á breddan

Leygardagin fór stórt tiltak fram í Trongisvági við tónleiki og røðum, har Suðuroyggin, mentanin og framtíðin varð sett á breddan

Leygardagin fór tiltak fram í Trongisvági, ið nevndist ?Suðuroyggin og mentanin ? um 2 ár og um 10 ár?. Næmingar á ymsum støði í musikkskúlaskipanini spældu, eins og kend og roynd fólk innan tónleik ? ung sum eldri ? framførdu.
                      Røðarar fingu 10 min. hvør at siga sína hugsan og at geva síni boð uppá tað, ið yvirskriftin legði upp til. Politikarar og onnur nýttu høvi at minnast aftur á, men ikki minst koma við góðum ráðum og boðum. Bindiklubbamentan, føroyskur dansur, tónleikur og annað kom upp at venda, men eitt, ið ofta kom fram, var tørvurin á mentanarhúsi.
                      Røðarar vóru Elin Nielsen, Ulf Nordlund, Søren Bruun, Ole V. Laursen, Kirsten Strøm Bech, Olavus Jespersen, Karin Brattaberg, Johan Dahl og John Johannesen.