Fótbóltur
Tað er um at venda í toppinum í næstbestu deildini. Í fyrstu umførunum vóru tað tey bæði feløgini í Suðuroy, sum vóru mest sannførandi og høvdu størstu úrtøkuna. Nú tykist tað sum um, at tað eru 07 Vestur og AB, sum gongdin er best hjá, og munurin frá VB/Sumba og aftur til hesi bæði er tódnaður til eitt stig.
Leygardagin fór VB/Sumba fyri fyrstu ferð í ár av vøllinum uttan at hava vunnið stig. Eitt sindur óvæntað var tað, at tapið skuldi verða í Leirvík, har næstbestu víkingarnir vóru ov boysnir hjá oddaliðnum.
Talan var um undirhaldandi og tætta uppgerð við hampuligari leikferð. Einsamalla málið skoraði Víkingur í síðstu løtu. Málskjúttin Meinhard Joensen var rættiliga í brennideplinum. Eftri at hann var skiftur inn, sá hann gult, tí skiftingin ikki var fráboðað til dómaran. Og so skoraði hann sigursmálið. Martin Olsen legði frísparkssending fram úr høgru, Bjarni Johansen í VB/Sumba málinum hálvbjargaði stútaranum á stólpan, og tá ið bólturin fór tvørtur við málstrikuni, var Meinhard Joensen fyrstur á.
Onkrir aðrir málmøguleikar vóru. Tann størsta misnýtti heimaliðið, tá ið Bjarni Johansen bjargaði brotssparksroynd í 1. hálvleiki.
TB var á odda tvær ferðir, men tað endaði 2-2 á Sevmýri ímóti teimum næstbestu hjá HB, sum stríddust væl í hampuliga væl spældum dysti við høgari leikferð.
Málmøguleikarnir vóru ikki so nógvir, og trý av fýra málum vórðu skorað í sambandi við deyðbóltsstøður. Johan Eyvind Restorff Mouritsen legði heimaliðið framum miðskeiðis í 1. hálvleiki við brotssparki, sum varð dømt eftir at Dan Mortensen varð feldur dygst innanfyri brotsteigarmarkið.
Ingvard Vang javnaði til 1-1, tá ið tað restaðu fýra minuttir av 1. hálvleiki. Hann setti bóltin framvið málverjanum, eftir at Jóan Petur Holm eitt sindur úr høgru hevði stungið bóltin fram um verjuna.
Miðskeiðis í 2. hálvleiki legði Óli Johannesen TB framum aftur við dundur skoti av brotsteigarmarkinum. Eftir TB horna varpaði HB bóltin út frá, og har stóð veteranurin og smekkaði til.
Fimm minuttir fyri leiklok javnaði Janus M. Joensen við brotssparki til 2-2, sum gjørdist úrslitið. Dómarin bríkslaði, tí Thomas Hans Rubeksen varð togaður niður, tá ið HB fríspark varð lagt inn fyri úr vinstru.
07 Vestur og AB vunnu trivaligar heimasigrar ímóti teimum næstbestu hjá ávikavíst NSÍ og KÍ. 07 Vestur legði fyri sum ódnarveður ímóti á pappírinum hampuliga væl mannaðum NSÍ liði, sum mundi kenna beinini púra sligin undan sær. Jovan Panic skoraði tvey framúr mál úr støðum uttanfyri brotsteigin.
Sama søgan var á Argjum, har KÍ ikki var so væl mannað, sum næstbestu klaksvíkingarnir onkra ferðina fyrr í ár hava verið. Einsamalla KÍ málið skoraði 17 ára gamli Rani Jacobsen. Hetta var fyrsta ferðin, at hann skoraði í 1. deild.
Lyklauppgerðina í Streymnesi vann heimaliðið sannførandi á B68, sum nú er greitt niðast og seks stig aftanfyri EB/Streymi, ið er á 8. plássi. Merkisvert var tað í Streymnesi, at Marcell Balok, sum leingi hevur verið skaddur, aftur hesa ferð var tvífaldur málskjútti. Hann hevur leingi verið skaddur, men man við málunum á næstbesta liðnum seinastu ferðirnar ikki vera langt burtur frá besta liðnum.