Í februar var arbeiðsloysið 2,1 prosent og tað er tað sama, sum tað hevur verið í allan vetur. Tað vísir seinasta uppgerðin hjá Hagstovuni. Hagstovan sigur, at í tali vóru tað 591 fólk arbeiðsleys í februar, og tað eru 97 færri enn í sama mánað í fjør, so hetta seinasta árið er arbeiðsloysið minkað eitt vet.
Annars er munurin ímillum kynini ikki broyttur við tað, at arbeiðsloysið hjá monnum er 1,7 prosent og hjá kvinnum er tað 2,5 prosent..
Arbeiðsloysið er minst í Vágum har tað er 1,4 prosent og tað er nógv størst í Suðuroy har tað er fýra prosent. Sostatt er Suðuroy framvegis í eini serstøðu, hvat arbeiðsloysið viðvíkur, tí alla aðrastaðni í landinum er lítil munur á.
Í Vágum, Norðoyggjum, Norðstreymoy og í Sandoy er tað ímillum 1,4 og 1,8 prosent, men so er eitt lítið lop upp til Suðurstreym, har arbeiðsloysið er 2,4 prosent og Eysturoy er tað 2,3 prosent.
Hóast arbeiðsloysið er nógv størst í Suðuroy er tað kortini glotti, at tað er minkað rættiliga fitt seinastu tíðina, tí tá ið tað var størst síðsta summar, var tað seks prosent.
Minsta arbeiðsloysið yvirhøvur er hjá monnum í Norðoyggjum, har tað bert er 1,2 prosent, og hinvegin er tað størst hjá kvinnum í Suðuroy, har tað er fimm prosent.