Suðurkorea: Át sushi og misti armin

- Fólk, sum eta sushi, eiga at hava eyguni eftir, at maturin sær frískur út, og fólk eiga eisini at brúka sínar sansir og skil, sigur danskur matvøruserfrøðingur.

Ein 71 ára gamal maður úr Suðurkorea noyddist at gjalda dýrt, tí hann át sushi. Máltíðin, sum var ráur fiskur, endaði við at kosta honum annan armin. Bert 12 tímar eftir, at hann hevði etið sushi, byrjaðu hendurnar rættiliga at hovna, og á aðrari hondini fekk hann stórar bløðrur, bæði á innaru og ytru síðu.

 

Maðurin fekk nógva pínu, og orsøkin til støðuna var, at hann hevði etið ráan fisk. Tað skriva fleiri útlendskir miðlar, eitt nú Fox News, News Week, Metro og Daily Mail. Virda tíðarritið, New England Journal of Medicine, hevur eisini borið søguna um hin óhepna suðurkoreanaran.

 

Undir viðgerðini royndu læknarnir at tøma bløðrurnar fyri vætu og beina burtur sjúka vevnaðin í hondini. Síðan varð maðurin viðgjørdur við heilivági. Men, virknaðurin var ikki, sum læknarnir væntaðu. Í staðin rotnaði onnur hondin við stórum opnum sárum, og smittan spreiddi seg upp í armin.

 

At enda vóru hond og armur so fongd við smittu, at læknarnir gjørdu av at taka armin á manninum. Viðgerðin fór fram í Jeonju, umleið 150 kilometrar sunnan fyri høvuðstaðin, Seoul. Læknarnir greinaðu sjúkuna at vera ”vibrio vulnificus”, sum eisini verður kallað havkolera. Talan er um eina bakteriu í ættini ”vibrio”, sum livur í ósum og inni við land.

 

Bakterian kann seta seg í menniskju, tá fólk eta rátt úr havinum, men fólk kunnu eisini gerast fongd við bakteriuni, tá tey vassa við opnum sárum. Ein av orsøkunum til, at hin 71 ára gamli gjørdist so fongdur við bakteriuni, er, at hann frammanundan hevur diabetes 2, umframt nýrasjúku og høgt blóðtrýst.

 

Danska Ekstrablaðið hevur spurt matvøruserfrøðingin, Michael René á Keypmannahavnar Professiónsháskúla, hvussu fólk eiga at fyrihalda seg til sushi sum matvøru. Hann vísir á, at tilburðurin vil eldra manninum í Suðurkorea er rættiliga serstakur og eitt ógvusligt dømi um, hvussu tað kann ganga, tá tað gongur heilt galið.

 

Michael René vísir á, at sum heild eiga fólk, sum eta sushi, at hava eyguni eftir, at maturin sær frískur út, og fólk eiga eisini at brúka sínar sansir og skil. Hann sigur, at vanliga er sushi ikki vandamikið, men tá tú etur ráan fisk ella rátt kjøt, kann tað vera vandamikið, um reinføri ikki er í lagi.

 

- Haraftrat kunnu eldri fólk vera meira sárbar mótvegis møguligari smittu enn onnur, tí teirra immunverja er veikari, sigur matvøruserfrøðingin, Michael René.