Forsetin í Suðurkorea, Lee Myung-Bak, fordømdi í dag, at ein suðurkoreonsk kvinna bleiv skotin á markinum millum tey bæði koreonsku londini gjáramorgunin Tann 53 ára ganmla kvinnan var farin at spáka við eina frítíðarstrond í Norðurkorea, tá hon av misgáum kom inn á eitt hernaðarøki. Løtu seinni skjeyt ein norðurkoreanskur vaktarmaður hana.
-Tað er ófatiligt, at ein óvápnað kvinna verður skotin, meðan hon er úti og spákar, segði suðurkoreanski forsetin, tá hann fór á kreppufund í stjórnini í dag.
Suðurkoreanskir fjølmiðlar krevja, at Norðurkorea skal biðja um umbering, og at teir seku verða revsaðir.










