Suðurkorea vónar at fáa betri viðurskifti við grannalandið Norðurkorea, nú Kim Jong-un hevur tikið eftir faðirin, Kim Jong-il, sum norðurkoreanskur leiðari. Tað sigur suðurkoreanski forsetin, Lee Myung-Bak.
-Okkara fremsta mál er at virka fyri friði og støðugum viðurskiftum á teirri koreonsku hálvoynni, og vit lata allar møguleikar standa opnar, segði suðurkoreanski forsetin í sínari nýggjársrøðu.
-Er Norðurkorea veruliga til reiðar, standa okkara dyr opnar fyri einum nýggjum tíðarskeiði, segði Lee Myung-Bak.
Fyribils er tó lítið, sum bendir á, at norðurkoreanska stýrið fer at hyggja inn um dyrnar hjá grannanum. Norðurkoreanska herleiðslan segði í einari fráboðan fyri nøkrum døgum síðani, at Norðurkorea fer ikki at broyta sín uttanríkispolitikk.










