Sergio Aguero, Carlos Tevez og Luis Suarez vóru allir í hopla í dagsins umfari av Premier League. Allir skoraðu tvey mál í part.
Manchester City vann ein greiðan 5-0 sigur á Aston Villa á heimavølli. Argentinarnir báðir, Sergio Aguero og Carlos Tevez, skoraðu tvey mál í part, meðan David Silva skoraði tað fyrsta. Manchester City liggur í skrivandi stund á fyrsta plássi, men vinnur Manchester United á Norwich í kvøld, so missa teir oddasessin aftur.
Góða gongdin hjá West Bromwich Albion heldur fram. Í vunnu teir á Chelsea. Shane Long legði heimaliði á odda, men stutt fyri hálvleik javnaði Eden Hazard. Í seinna hálvleiki legði Peter Odemwingie WBA á odda aftur, og hesa ferð helt leiðslan til seinasta bríksl.
Liverpool hevur mangan havt tað torført móti Wigan, men í dag bragdaði. Tað sá einki út í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki fingu Liverpool og Luis Suarez hol á. Framherjin úr Uruguay skoraði tvey, meðan José Enrique staðfesti sigurin við máli til 3-0.
Premier League:
Arsenal Tottenham 5-2
Liverpool Wigan 3-0
Manchester City Aston Villa 5-0
Newcastle Swansea 1-2
QPR Southampton 1-3
Reading Everton 2-1
WBA Chelsea 2-1
Norwich Manchester United 17:30
18/11:
Fulham Sunderland 16:00
19/11:
West Ham Stoke 20:00