Suðurafrika og Meksiko spældu javnt

Fyrsti dysturin í HM endaspælinum seinnapartin endaði við javnleiki 1-1. Vertirnir Suðurafrika spældu ímóti Meksiko, sum vóru sera væl upplagdir fyrru trý korterini, men í hálvleikinum var støðan 0-0.

 

10 minuttir eftir steðgin legði Suðurafrika seg á odda við máli, sum Siphiwe Tshabalala skoraði.

 

Meksiko legði eftir hetta nógv fyri í royndini at javna, og tað lukkaðist, tá ið 10 minuttir vóru eftir at spæla. Málið kom eftir hornaspark, og tað var Rafael Márquez, sum skoraði málið.

 

Suðurafrika var nær við at fáa sigurin, men skotið frá Mphela rakti stongina.

 

Klokkan 19.30 í kvøld spæla Uruguay og Frakland.