Zimbabwe fær ikki meiri búskaparhjálp úr Suðurafrika, fyrr enn stýrið hjá Robert Mugabe, forseta og andstøðuflokkurin MDC hava tikið samráðingarnar um at skipa eina savningarstjórn uppaftur.
So greið eru boðini frá suðurafrikonsku stjórnini, og hetta er eftir øllum at døma fyrstu ferð, at eitt land í syðra parti av Afrika brúkar revsitiltøk fyri at leggja trýst á Robert Mugabe. Suðurafrikanska stjórnin segði í gjár, at tann politiska kreppan í Zimbabwe hevur gjørt støðuna hjá tí vanliga fólkinum uppaftur verri, enn hon var frammanundan.
Robert Mugabe og leiðslan í flokki hansara ZANU-PF hava játtað at fara á fund við umboð fyri andstøðuflokkin MDC í næstu viku. Fundurin verður í Suðurafrika.
Tann 15. september samdust Mugabe og andstøðan um at býta valdið sínamillum, men síðani er einki komið burturúr. Politiskir eygleiðarar siga, at Robert Mugabe liggur í buktini, tí hann vil hava eina grundlógarbroyting, sum gevur forsetanum heimild til at skipa stjórn. Tað vil andstøðan undir ongum umstøðum góðtaka.