Danmark tók eitt risafet ímóti HM-endaspælinum í fótbólti, sum verður í Suður-Afrika komandi ár. Ì landsdysti nummar 100 millum Danmark og Svøríki, megnaðu danskarar á útivølli at vinna 1-0 á Svøríki.
Sigursmálið skeyt Thomas Kahlenberg aftaná eina svenska verjuvillu. Svenskarar høvdu annars nóg mikið av málmøguleikum til at tryggja sær sigurin. Tá 10 minuttir vóru farnir, fingu svenskarar sín størsta málmøguleika, tá teir fingu brotsspark. Kim Källström var settur at skjóta, men Thomas Sørensen í danska málinum hevði eina rimmarbjarging.
Nú sær veruliga gott hjá Danmark, sum hevur 16 stig fyri 6 dystir. Svøríki hevur bert 6 stig fyri 5 dystir, og sær ikki gott út hjá svenskarum at vinna sær sess í HM-endaspælinum. Danmark hevur eisini hildið málið reint í fýra dystum á rað nú.
Portugal vann 2-1 á Albania á útivølli. Hálvleiksstøðan var 1-1. Hugo Almeida legði Portugal á odda, tá 27 minuttir vóru spældir, stutt aftaná javnaði Bogdani til 1-1. Tað stóð á gomlum nøglum hjá Portugal, men í yvirtíðini skoraði Bruno Alves sigursmálið fyri Portugal.
Støðan í bólki 1 :
1 Danmark 6 5 1 0 13-2 16
-------------------------
2 Ungarn 6 4 1 1 8-2 13
------------------------
3 Portugal 6 2 3 1 8-4 9
4 Svøríki 5 1 3 1 2-2 6
5 Albania 8 1 3 4 4-8 6
6 Malta 7 0 1 6 0-17 1
Mikukvøldið tekur Svøríki ímóti Malta.