Konsertin í Aberdeen verður hildin í St. Machar Cathedral í Aberdeen 1. páskadag kl. 19:45.
Á skránni eru 16 satsir úr Messias hjá Handel. Hetta eru bæði kórsatsir, ið eru útsettir til tríggjar kvinnurøddir umframt nakrar ariur og nøkur resitativ. Afturat Messias fer Suð at syngja ymiskt føroyskt og brot úr øðrum kendum verkum. Jóhannes Andreasen verður við sum klaverleikari.
Síðst í apríl og um hálvan mai fer Suð at framføra satsirnir úr Messias í Føroyum.









