Suðringar stríddust væl í teprum sigri

(Rás2) Høvuðsvenjarin hjá Suðringum, Glenn Ståhl heldur, at hansara menn stríddust væl ímóti einum sterkum KÍ-liði

Suðringar eru enn røttumegin niðurflytingarstrikuna hóast 0-1 tap ímóti KÍ á heimavølli. AB tapti eisini á Skála, so støðan er óbroytt í botnstríðnum.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 gjørdi við høvuðsvenjaran hjá Suðringum, Glenn Ståhl.

 

Glenn Ståhl heldur, at hansara menn stríddust væl ímóti einum sera sterkum KÍ-liði. Afturvendandi trupuleikin hjá Glenn Ståhl er, at hann hevur ikki líka nógvar møguleikar á hondini sum hinir venjarararnir, tí hann hevur ein alt ov tunnan hóp.

 

Jóansøkan er kend í heimlandinum hjá Svørík, har tey hátíðarhalda "Midsommar". Glenn Ståhl ætlar, at Suðringar skulu fáa minst eitt stig suðuri í Vági, leygardagin 23. juni tá oddaliðið, HB kemur á vitjan, og harvið fer Jóansøkan at gerast enn betri hjá Suðringum.

 

Prátið við Glenn Ståhl snúði seg eisini um HM, og møguleikarnar hjá Svøríki ímóti Suðurkorea í morgin klokkan 13. 

 

Samrøðan Rás2 gjørdi við Jóannes Bjartalíð hjá KÍ hoyrist HER