Isaac Shaze heldur ikki fram hjá Suðringunum. 28 ára gamli ganesiski miðvallarin er farin aftur til Svøríki, fyri at uppfylla treytirnar fyri at fáa svenskan borgaraskap.
- Sáttmálin er uppsagdur í sátt og semju. Hann hevur søkt um fast uppihaldsloyvi í Svøríki, men hevur fingið noktandi svar, síðani hann flutti til Føroyar. Sakin er uppaftur tikin, men fyri at lúka treytirnar, so skal hann hava bústað í Svørík, sigur Julius Vest Joensen.
Bólttryggi miðvallarin hevur spælt 16 dystir í ár. Onkrar av teimum hevur hann verið sjónligur, men samanlagt hevði leiðslan hjá suðringum ynskt at sæð meiri frá honum.
- Høvdu vit vita støðuna, so høvdu vit møguliga ikki tikið hann til felagið. Hann vísti í summum dystum, at hann hevur góð evnir, men kanska var høvdið ikki heilt her til seinast, sigur Julius Vest Joensen.
Suðringar hava fingið tilgongd av Papa Faye úr Íslandi, og Jón Krosslá Poulsen, sum er komin heima aftur frá 07 Vestur, og Reidar Dahl Joensen. Hartil eru Rógvi Joensen, Teitur Justinussen og Heini Mortensen komnir heim, men fara at spæla í 1.deild. Orsøkin er, at um teir gera sáttmála kunnu teir ikki skifta aftur til ÍF Føroyar, fyrr enn eftir ársskiftið.









