Suðringar mótmæla dystaráseting í Gundadali

- Vit fara ikki á vøllin fyrr enn klokkan 18, sigur Julius Vest Joensen

Tað hevur verið eitt sindur av rokið um dystarásetingina í samband við fyrru hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið í annaðkvøld. Bæði HB og B36 hava heimavølli, men havnarfeløgini tosa ikki altíð so væl saman.

 

Millum annað hevur verið roynt at fáa annað av mótstøðuliðunum, AB ella Suðringar, at lata seinnu hálvfinaluna á heimavølli frá sær. Hetta verður tó mett sum ein fyrimunur, at spæla seinna dystin á heimavølli og bæði feløgini hava sum skilt noktað.

 

Í gjár kom so tíðarásetingin. B36-Suðringar klokkan 17, og HB-AB klokkan 20. Tvey tíðspunkt, sum ikki eru so vanlig í føroyskum fótbólt ein gerandisdag. Annar sera tíðliga, meðan seinni dysturin ikki verður liðugur fyrr enn stutt fyri klokkan 22 um kvøldið.

 

Suðringar nokta at spæla

Suðuroyarportalurin skrivar í dag, at Suðringar hava sent inn mótmæli til Fótbóltssambandið. Orsøkin er, at nakrar av spælarunum hjá Suðringum kunnu ikki verða í Gundadali fyrr enn klokkan 16. Tað er bara ein tíma áðrenn dystarbyrjan.

 

Les grein á sudurras.fo HER

 

Julius Vest Joensen sigur við Suðuroyarportalin, at Suðringar hava mótmælt at dysturin er ásettur at verða klokkan 17, og at teir ikki spæla dystin fyrr enn klokkan 18.

 

- Støðan er tann, at nakrir spælarar skulu til próvtøku við Skúladepilin í Suðuroy í morgin, og Suðringar hava leigað tyrluna at flúgva teir norður til dystin. Men hesir spælarar kunnu ikki verða í Gundadali fyrr enn umleið klokkan 16. Tað er ikki rímiligt, at okkara spælarar ikki hava sama møguleika at fyrireika seg til dystin, sum B36, sigur Julius Vest Joensen við sudurras.fo og leggur at enda afturat:

 

- Tí hava vit eisini gjørt av, at vit spæla ongan dyst í Gundadali í morgin, fyrr enn í fyrsta lagi klokkan 18!

 

Rás2 sigur frá báðum hálvfinalunum.